
Stødd 70/90 - 5 kg. eskja
GEV GÆTUR:
RÆKJURNAR skulu heintast í HAVN ella í KOLLAFIRÐI. Tilber tíverri ikki at fáa sent rækjueskjurnar vegna at tað er frystivøra. Tær skulu sostatt heintast antin í Havn ella í Kollafirði eftir avtalu - vit senda tær eini sms boð, tá tú hevur bílagt her. Fært tú eingin sjálvvirkandi boð aftaná tína bílegging, kanst tú ringja ella senda sms-boð á tlf. 210584/214195.
Tá tú koyrir bíleggingina ígjøgnum skalt tú tí velja "HEINTAN/AFHENT" og ikki "SENDAST/AFSEND".
Legg vøruna í kurv (legg 1, 2 ella fleiri eskjur í kurvina). Far síðani til innkeypskurvina. Tá tú kemur til gjaldingarsíðuna ber til at velja at gjalda við gjaldskort ella bankaflyting. Velur tú bankaflyting, so skalt tú eftirfylgjandi inn á tín netbanka at flyta gjaldið á konto 6460-5863416.
GEV GÆTUR: Keypið er ikki avgreitt fyrr enn tú hevur koyrt tað igjøgnum og fingið eina bíleggingarváttan á tín teldupost (kanna eisini tín spamm-bakka). Liggur vøran framvegis í kurvini, er keypið ikki avgreitt/farið ígjøgnum.
Eru ivamál, ert tú vælkomin at skriva til okkum á Facebook, so vegleiða vit fegin ♥️