UM OKKUM

SØGAN
Fríða Jeanne & Esmar Petur byrjaðu við Livna.fo í 2010, tí tey bæði og teirra børn eru sera viðkvom, m.a. viðkvæma húð, ymisk allergi, psoriasis og cøliaki. Tá seldu tey vistfrøðiliga vørumerkið GREEN PEOPLE, men í 2018 fingu tey Unu Højgaard (systir Fríðu) og mann hennara, Hans Andrias Højgaard, við í samstarvið, og valdu at útgeva nethandilin í nýggjum hami í desembur 2018 og við enn breiðari úrvali, og tað veksur framvegis støðugt. 
UM LIVNA.FO
Fólkini handan LIVNA.FO eru tvey pør í 30'unum og 50'unum;
Fríða Jeanne & Esmar Petur Petersen 
og
Una & Hans Andrias Højgaard.
LIVNA.FO ynskir at gera tað lætt fyri føroyingar at liva ein natúrligan, vistfrøðiligan og umhvørvis-vinarligan lívsstíl.  
Allar vørur eru gjølla útvaldar, soleiðis at øll - eisini "nýbyrjarar" innan tað "grøna øki" - trygt og lætt kunnu keypa so reinar, natúrligar og umhvørvisvinarligar vørur sum gjørligt, tí LIVNA.FO ger alt forarbeiði.

  LIVNA.FO - Ein natúrligur, vistfrøðiligur & umhvørvisvinarligur lívsstílur
🌸 Húð-/hár-/kropsrøkt til kvinnur, menn, børn & tannáringar
🌸 Makeup
🌸 Kostískoyti
🌸 Reingerð til hús & klæði
🌸 Inniluftreinsandi lampur
🌸 Angar til heimið
🌸 Fyribyrging & intimrøkt
🌸 Ymiskt til barnakvinnur - áðrenn, ímeðan og aftaná
🌸 Ymiskt til nýføðingar, smábørn, børn og tannáringar
🌸 Matvørur: Vistfrøðiligt, Glutenfrítt, Low Carb, LCHF, KETO, Sukurfrítt og aðrar servørur
🌸 Ymiskt annað natúrligt og vistfrøðiligt
ALTÍÐ OPIN FYRI UPPSKOTUM & YNSKJUM FRÁ KUNDUM
LIVNA.FO leitar allatíð eftir nýggjum vørum, fyri at geva eitt so breitt og gott úrval sum gjørligt. LIVNA.FO virðirsmetir kundarnar og kundasamskifti sera høgt, og eru altíð opin fyri uppskotum frá kundum, um nýggjar vørur. LIVNA.FO ynskir at nøkta tann støðugt vaksandi eftirspurningin á natúrligum og vistfrøðiligum vørum, m.a. eisini veganskum vørum - ið nógv tær flestu vørurnar í úrvalinum á nethandlinum eisini eru.