HANDILSTREYTIR

AVGREIÐSLA

Vøran verður send við Posta so skjótt sum bíleggingin er móttikin og goldin. Um partar av vøruni ikki eru á goymslu, bíða vit við at senda, til alt er komið. Upphæddin verður ikki tikin av tínari konto fyrr enn vøran verður send.
Tú hevur eisini møguleikan at heinta vøruna á Tórgarðsgøtu 9, 100 Tórshavn.

 

GJALDING, PRÍSIR & SENDING

Gjaldast kann við gjaldskortið ella bankaflyting á konto 6460-586.341.6. Tilber eisini at gjalda kontant við avheintan, um kundin hevur valt at avheinta vøruna. Um kundin hevur valt, at vøra skal sendast, verður vøran verður send, tá inngjaldið er skrásett. Allir prísir eru íroknað MVG.

VEITINGARPRÍSIR Í FØROYUM:

  • ÓKEYPIS við keyp yvir DKK 700,- (POSTA - við trackingnr.)

  • DKK 54,- við keyp undir DKK 700,- (POSTA - við trackingnr.)

FEILUR VIÐ VØRU

Um feilur er við vøruni, verður vøran sjálvandi tikin aftur, og tú fært aðra vøru ístaðin. Neyðugt er at hjáleggja bíleggingarváttan.

Um feilur er við vøruni, og vøran skal býtast um, skal vøran sendast/berast aftur til:
   

HØJGAARD & PETERSEN, ÍVF

Tórgarðsgøta 9

FO-100 Tórshavn

Føroyar

Neyðugt er at hjáleggja bíleggingarváttan.

 

TRYGD & COOKIES

Fyri at kunna keypa frá Livna.fo er neyðugt at geva okkum persónligar upplýsingar, so sum navn, bústað, teldupostadressu, telefonnummar. Livna.fo verjir persónligu upplýsingarnar, sum vit fáa frá tær. Upplýsingarnir verða brúktir til at avgreiða títt keyp, og at senda lýsingar/tilboð til tey ið hava givið sítt samtykki.


Tað er ein tøknilig fyritreyt, um keypast skal um telduna, at ávísar upplýsingar verða goymdar á tíni teldu. Hetta verður nevnt ”cookies”. Tað vil siga, at síðan kennir teg aftur, tá ið tú vitjar síðuna aftur.