AVGREIÐSLA

Vøran verður send við Posta so skjótt sum bíleggingin er móttikin og goldin. Um partar av vøruni ikki eru á goymslu, bíða vit við at senda, til alt er komið. Upphæddin verður ikki tikin av tínari konto fyrr enn vøran verður send.
Tú hevur eisini møguleikan at avheinta vøruna á Tórgarðsgøtu 9, 100 Tórshavn - eftir avtalu á tel. 214195.

GJALDING, PRÍSIR & SENDING

Gjaldast kann við gjaldskortið ella bankaflyting á konto 6460-586.341.6. Tilber eisini at gjalda kontant við avheintan, um kundin hevur valt at avheinta vøruna. Um kundin hevur valt, at vøra skal sendast, verður vøran verður send, tá inngjaldið er skrásett. Allir prísir eru íroknað MVG.

VEITINGARPRÍSIR Í FØROYUM:

  • ÓKEYPIS við keyp yvir DKK 700,-

  • DKK 35,- við keyp undir DKK 700,- (uml. 1-5 gerandisdagar - sent sum vanligur postur uttan trackingnr.)

  • DKK 49,- við keyp undir DKK 700,- (við vissu 0-1 gerandisdag - sama dag ella dagin eftir - við trackingnr.)

VEITINGARPRÍSIR TIL LOND Í EVROPA:

(NORÐANLOND ÍROKNAÐ):

  • DKK 108,-

IÐRANARRÆTTINDI/FEILUR VIÐ VØRU

Tú hevur 14 dagar frá tí, vøran er keypt, at angra títt keyp. Freistin er at rokna frá tí degi, tú hevur móttikið bíleggingarváttanina. Livna.fo skal tá hava vøruna senda aftur við postinum í sama standi og nøgd, sum tá tú keypti hana. So skjótt sum Livna.fo hevur móttikið vøruna í sama standi og mongd, sum tá ið hon varð keypt, rindar Livna.fo peningin fyri vøruna, aftur á konto, ella tú fært aðra vøru ístaðin. Keyparin skal gjalda fyri at senda vøruna aftur. Um feilur er við vøruni, verður vøran sjálvandi tikin aftur, og tú fært aðra vøru ístaðin. Neyðugt er at hjáleggja bíleggingarváttan.


Um tú angrar títt keyp, so skal vøran sendast til:
   

HØJGAARD & PETERSEN, ÍVF

Tórgarðsgøta 9

FO-100 Tórshavn

Føroyar

Neyðugt er at hjáleggja bíleggingarváttan.

TRYGD & COOKIES

Fyri at kunna keypa frá Livna.fo er neyðugt at geva okkum persónligar upplýsingar, so sum navn, bústað, teldupostadressu, telefonnummar. Livna.fo verjir persónligu upplýsingarnar, sum vit fáa frá tær. Upplýsingarnir verða brúktir til at avgreiða títt keyp, og at senda lýsingar/tilboð til tey ið hava givið sítt samtykki.


Tað er ein tøknilig fyritreyt, um keypast skal um telduna, at ávísar upplýsingar verða goymdar á tíni teldu. Hetta verður nevnt ”cookies”. Tað vil siga, at síðan kennir teg aftur, tá ið tú vitjar síðuna aftur.

HEIM     |     KEYP HER     |     UM OKKUM     |   SAMBAND

FYLG OKKUM Á FACEBOOK & INSTAGRAM FYRI NÝGGJASTU TÍÐINDI

  • Facebook - Hvid Circle
  • Instagram - Hvid Circle

© HØJGAARD & PETERSEN, ÍVF

TÓRGARÐSGØTA 9, FO-100 TÓRSHAVN, FØROYAR

TEL. +298214195 - LIVNA@LIVNA.FOWWW.LIVNA.FO